Kontrolpersónar

Tað er møguligt hjá fólki at lata blóð- ella spýtt roynd til framtíðar granskingarverkætlanir antin sum kontrollpersónar ella tí at tú hevur ávísa sjúku. Ynskir tú at lata eina blóð-ella vevnaðaroynd kanst tú ringja til 30 47 00 ella skriva til biobank@ls.fo ella tosa við læknan hjá tær. (les meiri um skipanina her).

Lata blóðroynd til ítøkiliga verkætlan

Í sambandi við granskingarverkætlanir innan ættarbregði (ílegur/genir) er tørvur á persónum, ið ikki hava viðkomandi sjúku/sjúkufyribrigdi, ið vilja verða samanberingargrundarlag (kontrolpersónar). Tørvur er á lítlari blóðroynd ella spýttroynd. Kontrolpersónar verða annars ikki spurdir um sjúku yvirhøvur.

Í løtuni er tørvur á kontrolpersónum til fylgjandi verkætlanir:

1. Granskingarverkætlan innan autismu, ið byrjaði í mai 2008
Kliniskur ábyrgdarhavi er: Tórmóður Stórá, lækni og læknafakligur depilsleiðari á Psykiatriska deplinum, Landssjúkrahúsið, við Ásu Ellefsen og Hannu Kampmann, sálarfrøðingum sum hjálparfólk.
Granskingarleiðari í verkætlanini er: Prof. Christopher Gillberg, Universitetið í Gøteborg, í samstarvi við dr. Thomas Bourgeon frá Pasteur Instituttinum í París.

2. Granskingarverkætlan* innan panikangist, skisofreni og manio-depressiva sjúku, ið heldur áfram í 2012.
Kliniskur ábyrgdarhavi er: Gunhild Isfeldt, lækni, ið hevur Sofus Joensen, serlækna sum hjálparfólk.
Granskingarleiðari í verkætlanini er: August G. Wang, dr.med., yvirlækni á Amager Hospital.

Verkætlanirnar eru góðkendar av Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum og verða framdar í samstarvi við Ílegusavnið.

Luttøkan er í øllum førum ókravd og sjálvboðin. Tað ber til seinni at hálsa um og taka seg burturúr kanningini. Lýsingar av úrslitum koma bert fram sum samlað úrslit og ikki sum einstakir persónar.
Til ber at melda seg til eina ella báðar verkætlanirnar.

Ring á 30 47 00 ella skriva til biobank@ls.fo
-  síðani frættir tú aftur.

*Verkætlanin verður seinni væntandi víðkað til eisini at fevna um alkoholismu.