
| Ílegusavnið hevur 3 skráir um hendi: - Ættarbandsskráin - Diagnosuskráin - Vevnaðarskráin Uppbyggingin fer í høvuðsheitum fram á fylgjandi hátt: Ættarbandsskráin, ið er eitt ættartræ yvir føroyingar, ið helst í fyrstu atløgu kemur at fevna um tíðarskeiðið frá um ár 1600 til í dag, verður gjørd í samstarvi við Landsskjalasavnið www.lss.fo . Skrásetingararbeiðið byggir á keldur, so sum ministerialbøkur (Kirkjubøkur), Landsfólkayvirlitið, fólkateljingar v.m. Uppbyggingin av Diagnosuskránni vil verða tengd at einstøkum forkanningum/verkætlanum og ikki eina heildarflyting av diagnosum og ikki fleiri upplýsingar enn neyðugt er, vanliga avmarkað til diagnosukotur. Áhugaverdar forkanningar vilja so kunna viðføra, at Ílegusavnið inngongur sáttmála við granskingarfyritøkur v.m. um gransking. Tá verður neyðugt at fáa til vega vevnað frá nærri útvaldum persónum. Uppbyggingin av Vevnaðarskránni vil verða tengd at einstøkum verkætlanum. Her kann bæði verða talan um at taka blóðroynd ella brúka vevnað, ið longu er í savninum hjá heilsuverkinum. Í sambandi við forkanningar/verkætlanir skal tað í heilsuverkinum verða ein kliniskur ábygdarhavi. Ein kliniskur ábyrgdarhavi er eitt heilsustarvsfólk, við løggilding, ið hevur tilknýti til tað føroyska heilsuverkið. Heilsuverkið fevnir um sjúkrahús, kommunulæknar, apoteksverkið, tannlæknar og serlæknar. Uppgávan hjá kliniska ábyrgdarhavanum er m.a. at tryggja rættleikan á diagnosum, ið verða veittar Ílegusavninum, umframt at veita kunnað samtykki til fólk, ið lata vevnað til granskingarverkætlanir. Upplýsingarnar, ið heilsuverkið letur Ílegusavninum, skulu sambært ílegulógini § 5 vera navnloyndar. Í hesum sambandi verða skipaðar mannagongdir, ið lúka krøv. sbrt. persónsupplýsingalógini. |


