Fíggjarviðurskifti

Játtanin hjá Ílegusavninum í 2009 er 2.566 tkr.

Meginreglan er annars, at verkætlanir, ið innganga avtalu við Ílegusavnið, skulu rinda Ílegusavninum fyri tænasturnar, ið verða veittar. Ílegusavnið rindar so aftur kliniskum ábyrgdarhavum, starvsstovuni á Landssjúkrahúsinum v.m. fyri tænasturnar, ið tey veita. Um verkætlanir viðføra vitan, ið onkursvegna kann handilsgerast, verður í sambandi við verkætlanir tryggjað, at føroyska heilsuverkið eigur rætt til ein part av møguligum ágóða/virði.

V-tal: 561061
GLN/EAN-nummar: 5797100000898